Meinigheitshúsið vil tað grønu leiðina
Meinigheitshúsið hevur valt at skifta oljufýring út við fjarhita. “Vit ynskja at verða meira burðardygg”, sigur leiðslan.
Innleiðsludagur fyri nýggj fólk í meinigheitini
Eitt nýtt tiltak verður í Meinigheitshúsinum í apríl. Tá verður ein serligur innleiðsludagur fyri nýggj fólk í meinigheitini. Kunning, prát og opið samskifti er á skránni, so tey nýggju fólkini í meinigheitini fáa eitt gott og skjótt innlit í alt virksemið og grundarlagið fyri meinigheitini. Ætlanin er at tiltakið verður afturvendandi á hvørjum ári.
Meinigheitsfundurin 2021
Meinigheitsfundur verður leygardagin 20. Mars. Hetta er ein fundur, sum er á hvørjum ári. Í ár verður endalig góðkenning av visjónini fyri meinigheitina løgd fyri fundin. Meinigheitsfundurin er fyri fólk, sum koma í húsið regluliga.
Páskastevna fyri ung
Meinigheitshúsið í Havn skipar fyri eini ungdómspáskastevnu í døgunum 2-5. apríl. Vit gleða okkum at hátíðarhalda páskirnar saman og hoyra um Jesu deyða og uppreisn, sum broytti alt.
LANGAFRÍGGJAKVØLD KL. 20.00
Hvat hendi langa fríggjadag? v/ Tórur Jacobsen
Gøtu kirkju ungdómskór syngur
LEYGARKVØLD KL. 20.00
Hví mátti Jesus doyggja? v/ Tórur Jacobsen
Lovsangsløta
SUNNUKVØLD KL. 20.00
Jesu uppreisn – fup ella fakta? v/ Jákup Brúsá
Borgfríð Fonsdal syngur
MÁNAKVØLD KL. 20.00
Hvønn týdning hava páskirnar í dag? v/ Jákup Brúsá
Anton Liljedahl syngur
Hvørt kvøld verður góður lovsangur, og aftaná møtini verður drekkamunnur, hugni og spæl.
Høvuðsreingerðing av Meinigheitshúsinum
Leygardagin 13. februar fara fólk í Meinigheitshúsinum at gera høvuðsreint. Øll sum koma í húsið fara í felag at gera høvuðsreingering. Hetta merkir, at farið verður út í hvønn krók og støð, sum vanliga sjálvdan farið verður til. Reingerðingartoymið stendur á odda og eru uppgávurnar longu nú skipaðar. So tað er bara at møta upp í nakrar fáar tímar, so húsið verður val hildið - eisini í framtíðini.
Salt byrjar aftur
Ungdómurin SALT fer at hava tiltøk aftur, eftir eina longri korona steðg. Komandi hóskvøld, kl. 20.00, fer Ólavur at hava andakt, lovsangur og góðar relatiónir. Kom við !
Temadagarnir í januar avlýstir vegna korona
Vit harmast um, at Rolf Kjøde ikki kemur á hesum sinni. Orsøkin er korona, sum ger um seg av nýggjum í Norra og her heima eru eisini avbjóðingar enn við korona. Tí hevur leiðslan saman við Rolf tikið endaliga støðu um, at Temadagarnir eru avlýstir í 2021. Vit hava hinvegin gjørt avtalu við Rolf, at hann kemur í 2022 í staðIn. Vit vóna at tað fer at eydnast.
Gott nýggjár til øll í Føroyum !
Vit ynskja tykkum øllum eitt gott og vælsignað nýggjár. Takk fyri tað brátt farna. Takk fyri stuðul, bæði fíggjarliga og andaliga við forbøn. Vit bjóða nýggja árinum vælkomið og eru vit sera spent uppá. hvat Harrin fer at leiða okkum til.
Meinigheitshúsið avlýsir øll møtir og tiltøk fram til 10. januar 2021 !
Leiðslan í Meinigheitshúsinum í Havn hevur avgjørt at avlýsa øll møtir og tiltøk, vegna korona. Hetta er sjálvandi harmuligt, men neyðugt, er niðurstøðan hjá stýrinum.
Sunnudagsskúlin og ungdómurin farin í jólafrí
Sunnudagsskúlin og ungdómurin farin í jólafrí
Tvær nýggjar kvinnur valdar í stýrið í Meinigheitshúsinum í Havn
Tvær nýggjar kvinnur er valdar inn í leiðsluna í Meinigheitshúsinum. Talan er um Birnu Petersen og Mariu Garðsá, sum báðar hava drúgvar royndir í andaligari leiðslu. Tær taka við 1. januar 2021.
Høvuðstalari á møtirøðini í februar 2021 verður Jóannis Fonsdal, sóknarprestur í Emdrup kirkju
Jóannis Fonsdal verður høvuðstalari á møtirøð í Meinigheitshúsinum í Havn 19-21. februar 2021. Møtir verða fríggjakvøldið, leygardagin og leygarkvøldið. Møtirøðin endar sunnukvøldið við felags náttura. Meira kunning seinni, men setið x í kalendaran longu nú.
Stórmøtini hjá Kirkjuligu Heimamissiónini verða 6-8. november 2020
Vit stroyma frá stórmøtinum sunnukvøldið 8. november. Men stórmøtini verða stroymd alt vikuskifti. Sí nærri skránna og set tíð av til besta boðskapin, sum er!
Spennandi undirvísing um kynini
Mikukvøldið 21. oktober verður eitt spennandi evniskvøld í Meinigheitshúsinum. Evnið verður “kynini” og kemur sóknarpresturin Jákup E. Petersen úr Norðstreymoy at undirvísa. Byrja verður stundisliga kl. 19.30.
Tey ungu í heystferiuni - 15. oktober
Tey ungu samlast hvørt hóskvøld. Komandi hóskvøld verður Chill, har millum annað Alfred Petersen fer at hava andakt. Men hóskvøldið 15. oktober verður heystferia og tí einki ungdómstiltak. Ungdómurin samlast eftir heystferiuna 22. oktober.
Rolf Kjøde úr Norra vitjar í januar 2021
Tað verður Rolf Kjøde úr Norra, sum kemur at undirvísa um evnið, tær 7 meinigheitirnar, sum vit lesa um í Johannes Opinbering.
Sunnudagsskúlin byrjar aftur 13. sep.
Vælkomin aftur í sunnudagsskúla í Meinigheitshúsinum. Eftir ein drúgvan steðg gleða vit okkum at fara í gongd aftur. Tí bjóða vit børnum, foreldrum, ommum og abbum hjartaliga vælkomin í Meinigheitshúsi til góðan sang, bíbliusøgur o.a.
Vanlig møti byrja aftur eftir summarferiuna
Sunnukvøldið 30. august byrja vanlig møtir aftur í Meinigheitshúsinum eftir ein steðg orsakað av korona-støðuni. Møti verður kl. 17.30 og Torleif Johannesen talar.
Nýggj hugsjón samtykt á meinigheitsfundi í Havn í dag
Árligi meinigheitsfundurin var í Meinigheitshúsinum í Havn í dag. Áleið 50 fólk møttu upp til fundin, har stýrið m.a. legði fram nýggja hugsjón, ið varð endaliga samtykt. Nýggja hugsjónin fyri meinigheitina er: Vit eru ein livandi meinigheit, ið gevur býnum vón.