Okkara Visjón

Jesus Kristus í miðdeplinum

 
 

Gleðiboðskapurin um Jesus Kristus. Hetta er ein boðskapur um hann, sum megnar at frelsa ein og hvønn, sum trýr!

Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.

– Jóh. 3,16

Øll menniskju hava sítt stríð – og mangan kann tað kennast so tungt at bera, at vit grynna ikki. Stúran, ótti, einsemi, ørkymlan ella sorg fyllir nógv, ella vit hava ein støðugan ófrið yvir okkum.

Eitt er at fáa dagin at hanga saman ella finna meining í lívinum, men við okkara ævigu lagnu standa vit hjálparleys. Veruleikin er, at vit eru atskild frá Gudi, okkara skapara. Og okkara synd – ófullkomileiki – ger, at vit hava uppiborið ein ævinleika uttan Gud. Bíblian kallar hetta at vera “glataður”.

Men tíbetur er ein loysn. Hetta er ein vón, ið snýr seg um meira enn ein betri dag í morgin. Hon er innilig og persónlig, men ger okkum eisini til part av eini hægri eind, og hon ber inn í ævinleikan.

Vónina finna vit í Jesusi Kristi, sum kallar okkum at venda um frá gudloysi og avgudadyrkan til tað lívið, sum vit vóru ætlað til. Hetta leyskeypti Jesus okkum til, tá hann doyði á krossinum. Tí er neyðugt at hava Jesus Kristus í mínum og okkara miðdepli.

Tí eru vit ein livandi felagsskapur av Jesu eftirfylgjarum – ikki passiv, dovin, lunkað, dupultmoralsk – sum hjálpir menniskjum í Tórshavn at finna meining, vón og frið í sínum lívi.

Vit fylgja Jesusi heilhjartað, tæna við ídni, møta menniskjum við umsorgan, boða gleðiboðskapin, búgva til og eggja hvønn annan til tænastu og senda út í missión. Tí hetta er for gott til at halda fyri okkum sjálv.

Hetta merkir allan okkara felagsskap, øll okkara tiltøk og alt, sum vit standa fyri. Vit elska, tí Jesus elskaði. Vit fyrigeva, tí Jesus fyrigav. Vit døma ikki, tí Jesus dømdi ikki. Vit seta okkum sjálv lágt, tí Jesus setti seg sjálvan lágt. Vit góðtaka ikki synd og órættvísi, tí Jesus góðtók tað ikki. Vit geva alt okkara lív, tí Jesus gav alt sítt lív.

 
 

Hetta gera vit við at:

  1. Fylgjast við Jesusi

  2. Møta menniskjum við umsorgan

  3. Boða gleðiboðskapin

  4. Búgva til tænastu

  5. Senda út í missión