Sunnudagsskúlin og ungdómurin farin í jólafrí

Ársins seinasti sunnudagsskúli var ígjár. Nú korona aftur herjar á, var árligi jólafesturin avlýstur. Í staðin var skipað fyri einum vanligum sunnudagsskúla, sum fekk jóladám yvir seg. Innihaldið var jólaboðskapurin og jólasálmar sungu børnini eisini. Teir siðbundnu pakkarnir vóru eisini at fáa, tá sunnudagsskúlin endaði. Men einki jólatræ og eingin kvøða var um træið, sum siður er. Upp til 100 børn og vaksin vóru møtt.

Tey ungu høvdu eisini sítt seinasta møti undan jól. Hetta var hóskvøldið. Millum annað var pakkaspæl, vitnisburður og onnur spøl, sum vanliga eru til jólahugnan hjá teimum ungu. Tey ungu fara at hava møti aftur í januar 2021.

Guest User