Arbeiðsgreinar

Børn og Juniorar

 
 
 

Børnini og familjan er ein sera týðandi partur av virkseminum í Meinigheitshúsinum. Tí hava vit tiltøk sum sunnudagsskúla, juniormøti o.l. og bjóða barnaansing til møtini sunnukvøld, har meinigheitsfamiljan samlast.

Sunnudagsskúlin er ikki bara fyri børn – foreldrini eru eisini hjartaliga vælkomin at luttaka. Hvønn sunnudag fylla foreldrini eisini væl upp í salinum. Men tað er altíð pláss fyri fleiri, so vit siga bara við øll: "Bjóða øllum við á sunnudagsskúla," tí tað er einki betri at geva børnunum og okkum sjálvum enn eina himmalska vón.

Sunnudagsskúlin

Hvønn sunnudag kl. 14.00 er sunnudagsskúli í Meinigheitshúsinum, har øll børn og foreldur eru vælkomin. Vit hoyra bíbliusøgur, syngja góðar barnasangir, og av og á síggja og hoyra vit drama, sum tey ungu skipa fyri. Tað er eisini nógv annað spennandi í sunnudagsskúlanum, sum tú kanst uppliva.

Sunnudagsskúlin er býttur upp í aldursbólkar, so tú fær júst tað, sum er fyri tín aldursbólk.

Sunnudagsskúli fyri juniorar

Sunnudagsskúli fyri juniorar frá 4. fl. er í Meinigheitshúsinum ávísar sunnudagar, samstundis sum vanligi sunnudagsskúlin er.

Meinigheitslega

Hvørt ár skipa vit eisini fyri meinigheitslegu – vanliga um várið. Hetta er eitt hæddarpunkt á árinum, har øll familjan fer til Nesvíkar í eitt heilt vikuskifti. Á leguni er ein fjølbroytt skrá, sum hóskar seg væl bæði til børn, ung og eldri. Spøl, fyrilestrar, bíbliutímar og góður matur. Men tað eru eisini nógvar góðar løtur til prát og hugna, har familjan kann fara túrar ella bara vera saman og njóta góðu løturnar. 

Um tú situr inni við góðum hugskotum, sum kann betra um okkara familju- og barnaarbeiði er tú vælkomin at siga okkum í leiðsluni frá. Vit hava altíð tørv á fleiri hjálpandi hondum, so tað er bara at siga frá, um tú ella tit vilja geva tykkara íkast, so tiltøkini verða betri. 


Leiðslutoymið fyri barnaarbeiðið

  • Lillie Eliassen, forkvinna

  • Malan Kjærbo Ragnarsdóttir

  • Maria Garðsá

Verið hjartaliga vælkomin í sunnudagsskúla!

Alpha fyri juniorar

Skipað verður fyri alpha bólkum fyri juniorar. Juniorarnir koma saman mikukvøld, aðru hvørja viku, har tey millum annað hugna sær, spæla spøl og læra meira um Guds orð. Tey sum hava ábyrgd fyri alpha bólkunum eru:

  • Durita Mouritsen

  • Eivind Mouritsen

Sera spennandi undirvísing

Sera spennandi undirvísing

Allir juniorar eru hjartaliga vælkomin at luttaka!

 

Sunnudagsskúli er kl 14.00 hvønn sunnudag og samlar eina rúgvu av børnum og avvarðandi.