Meinigheitshúsið vil tað grønu leiðina

Á árliga meinigheitsfundinum ígjár varð kunnað um, at stýrið hevur avgjørt at fáa sær fjarhita. Í eina tíð hevur leiðslan arbeitt við eini nýggjari hitaskipan. Avgjørt er at skifta oljufýring út við eini grønari loysn. Allir møguleikar hava verið kannaðir. Eitt nú jarðhiti og hitapumpur. Fleiri serfrøðingar hava givið sítt íkast til bestu loysnina og meinigheitin er hoyrd. Ynski hjá leiðsluni var, at fáa eina burðardygga langtíðarloysn. Við fjarjitanum er metingin, at vit í framtíðini fáa bestu og bíligastu loysnina. Hóast nakað av kritikki hevur verið av fjarhitanum, so eru nógv á einum máli um, at fjarhitin verður bæði bíligari og grønari í framtíðini.

Meinigheitshúsið hevur tikið av einum tilboði frá Demich. Farið verður undir íbinding og arbeiðið at fáa fjarhitan íverksettan skjótast.

Guest User