Arbeiðsgreinar

SALT Ungdómur

 
 

SALT er ungdómsarbeiðið í Meinigheitshúsinum. Hvørt hóskvøld kl. 20.00 er ungdómsmøti, nógv ung í aldrinum 14 – 25 ár samlast um Guds orð og góðan felagsskap.

Møtini eru skipað soleiðis, at eitt evni er sett til hvørt kvøld. Nógvur sangur er á skránni, og er sangurin væl stuðlaður av dugnaligum tónleikarum.

Tað, sum vit fyrst og fremst vilja, er at boða Guðs orð, so at tey ungu koma at kenna Jesus sum sín frelsara, og at tey mennast andaliga.

Harumframt ynskja vit at bjóða ungum ein góðan sosialan felagsskap. Aftaná møtast vit til ein drekkamunn, har vit hugna okkum og tosa saman – og ofta verða borðspøl og annað hála fram.

Øll eru hjartaliga vælkomin á ungdómsmøti.   

SALT nevndin

Sámuel Nordendal, formaður

Haraldur Áarberg, næstformaður

Patricia Hentze, skrivari

Helena Sunnsker

Kristian H. Hansen

Jórunn Mohr Viderø

Villiam M. Samuelsen

Fylg SALT á Facebook →
Fylg SALT á Instagram →
 
 
 

SALT Ungdómur á Instagram (@saltungdomur)