Spennandi undirvísing um kynini

Mikukvøldið 21. oktober verður eitt spennandi evniskvøld í Meinigheitshúsinum. Evnið verður kyn. Tað verður nógv tosað, skrivað og kjaka í londunum rundan um okkum og lógir eru broyttar, har vit nú frætta um fleiri enn tvey kyn. Men hvat er hetta, at fleiri enn tvey kyn eru til? Ein nýggj læra, ein nýggj vitan? Ella er hetta bara ein nýggj vranglæra, sum gudloysi og avgudadyrkanin avleiðir? Í fleiri 1000 ár, hevur tað verið lært og alment viðurkent, at einans tvey kyn eru, kallkyn og kvennkyn tá talan er um menniskja. Henda læran er lítið og einki at hoyra um. Men, hvat vendir nú upp og niður. Hvat er sannleikin í hesum týdningarmikla spurningi?

Ein maður og kvinna

Ein maður og kvinna


Sóknarpresturin í Norðstremoy, Jákup E. Petersen, kemur at undirvísa og leiða evniskvøldið, har møguleiki eisini verður at seta spurningar og samrøða um evnið. Evniskvøldið er fyri øll í meinigheitini, men onnur eru sjálvandi hjartaliga vælkomin, um áhugi er fyri evninum og um ein vil hava at vita, hvat Bíblian sigur um hetta týdningarmikla evnið.

Byrjað verður stundisliga kl. 19.30 og øll viðmæli í samband við korona verða hildin.

Guest User