Leigureglur í samband við brúk av Meinigheitshúsinum.

1. Til tiltøk sum Meinigheitshúsið skipar fyri, kunnu øll rúm í húsinum verða brúkt

2. Meinigheitslimir, sum koma fast í húsið, kunnu lána húsið til tiltøk so sum hátíðardagar og líknandi. Tað er tó einans møguligt at lána salin í kjallaranum og køkin.

3. Kjallarin verður leigaður út til ervi, eftir fast ásettum prísi kr. 4.200,00

4. Felagsskapir so sum Heimamissiónin, Blái Krossur og líknandi felagsskapir innan fólkakirkjuilgan samanhang, kunnu lána húsið til tiltøk eftir nærri avtalu.

Treytir:

Køkurin:

Fólkini, sum vanliga eru í køkinum, tá tiltøk í Meinigheitshúsinum eru, fylgja ikki við tá leiga verður, uttan so at avtala verður gjørd um hetta.

Um fremmand fólk nýta køkin, skal hetta gerast í samráð við køkstoymið í Meinigheitshúsinum.

Reingerð:

Tað er skylda hjá teimum, sum lána kjallaran, at gera reint eftir brúk. Hetta skal gerast áðrenn middag dagin eftir ella áðrenn eitt tiltak, sum verður eftir láni.

Verður ikki gjørt reint til ásettur tíð, tekur útleigarin (MH) sær rætt til at fáa fólk inn at gera reint fyri leigarans/lánarans rokning.

Skaði á lutir:

Um so er at lutir, innbúgv vm brotnar ella fær skaða, skal leigarin/lánarin boða útleigara frá. Leigarin/lánarin eigur at endurgjalda skaða ella lutin, innbúgvi vm. sum er brotna ella hevur fingið skaða.

Samband:

Útleigan av húsinum, William E. Dam, 210564.

Køkurin, Tordis Dam, 219101

Umsjónarfólk, Petur Poulsen, 586980