Arbeiðsgreinar
Sjómanskvinnuringurin
Sjómanskvinnuringurin møtist annaðhvørt mánakvøld kl. 20.00. Byrjað verður 14. sep.
Í Føroyum eru umleið 40 sjómanskvinnuringar. Kring alt landið koma kvinnur saman í Sjómanskvinnuringum, sum bera Sjómansmissiónina uppi í forbøn og stuðuli á ymiskan hátt – millum annað við at geva jólapakkar til sjófólkið.
Kvinnurnar koma harafturat saman eina ferð um árið til Sjómanskvinnustevnu.