Høvuðsreingerðing av Meinigheitshúsinum
Høvuðsreingerðing av meinigheitshúsinum verður leygardagin 13. februar. Stýrið hevur í samstarvi við reingerðingartoymið sett út í kortið, at skipa fyri høvuðsreingerðing tvær ferðir árliga. Fyrstu ferð leygardagin 13. februar og seinnu ferð í heyst.
Hóast reglulig reingerð er av húsinum og fólk eru, sum gera reint fast ú húsinum, er tørvur á at gera høvuðsreingerðing nakrar ferðir árliga. Reingerðingartoymið hevur longu nú gjørt eina ætlan, so tað verður lítið at gera fyri fleiri. Tankin er sjálvandi eisini at fáa eina løtu saman við góðum felagsskapi.
Byrja verður kl. 10.00 og hildið á fram til umleið kl. 15.00.