Søgan

Boða Guds orð í høvuðsstaðnum í meira enn 100 ár

 
gamla-Meiningheitshúsið.jpg

Gamla Meinigheitshúsið
Býráðssalurin í Havn varð upprunaliga bygdur sum Meinigheitshús.

 
 
 

Tað var í november í 1895, at ætlanir av álvara blivu lagdar um at byggja eitt Meinigheitshús í Havn. Hetta hendi á fundi hjá Emil Bruun, presti, í Teatersalinum í klubbanum. Tá bleiv samtykt at senda eina áheitan um stuðul til bygging av húsi til kirkjuliðið í Havn.

Talan skuldi vera um eitt hús, sum kundi hýsa ymiskum andaligum tiltøkum uttan fyri sjálva kirkjuna, og eftir ætlan skuldi pláss vera fyri eini 300 fólkum í húsinum. Á sumri árið eftir – tann 1. juli í 1896 – skrivar ”Færøsk Kirketidende”, at Løgmálaráðið hevur játtað eitt grundstykki beint norðan fyri Kommunuskúlan (í dag Ráðhúsið) til endamálið. Hettar var beint uttan fyri bøgarðarnar, meðan Kommunuskúlin var beint innanfyri.

Bara fýra dagar seinni verður grundarsteinurin til Meinigheitshúsið lagdur, og tann 26. august sama ár verður húsið reist. Byggingin gekk skjótt og væl, og tann 18. oktober í 1896 var nýggja Meinigheitshúsið vígt av Emil Bruun, sóknarpresti.

Tað kostaði 4.123,58 krónur at byggja Meinigheitshúsið í 1896.

Longu seint í sekstiárunum gjørdist greitt, at Meinigheitshúsið var við at vera ov lítið til virksenið, sum var í húsinum, og tí var spakuliga farið undir ætlanir um at byggja eitt nýtt Meinigheitshús. Hettar tók tó drúgva tíð. Serliga tí at tað tók rúma tíð at finna røttu staðsetingina til nýggja Meinigheitshúsið. Í januar 1983 varð seinasta møti hildið í gamla Meinigheitshúsinum.

 
 
IMG_6955.jpeg

Meinigheitshúsið í Húsagøtu, sum vit kenna tað í dag, var vígt 2. juni í 1985 og hevur hildið til her síðani.

Reyða húsið við síðunar av SMS