Nýggir limir komnir í Salt nevndina
Salt nevndin hevur fingið forsterkningar. Tríggir nýggir leiðarar eru komnir í nevndina: Kristian Hansen, Jórunn Mohr Viderø og Marjun Garðsá.
Ólavsøka í Meinigheitshúsinum
Aftur í ár bjóða vit øllum vælkomnum í Meinigheitshúsið á Ólavsøku at hoyra Guds orð, syngja saman og njóta góðan felagsskap.
Leiðslan hevur skipað seg fyri 2023
Meinigheitsfundurin var í síðstu viku. Har var framløga av virkseminum í 2022 og ársrokniskapinum. Kunnað varð eisini, at leiðslan hevur skipað seg fyri 2023.
Nýggjur tónleika- og kórleiðari í Meinigheitshúsinum í Havn
Meinigheitshúsið í Havn hevur sett Jóhannes Finnsson sum tónleika- og kórleiðara. Hetta er liður í miðvísu ætlanini at menna sang og tónleik í og út frá meinigheitini.
Ungdómspáskastevna við Wilson og Grace Goeda
Á páskum verður aftur ungdómspáskastevna í Meinigheitshúsinum í Havn. Hetta er triðja árið at páskastevnan serliga vendir sær til tey ungu, og aftur í ár fáa vit vitjan úr Suðurafrika av Wilson og Grace Goeda.
Hvussu náa vit tey ónáddu?
Hendan spurningin grava vit djúpri í til TEMA-dagarnar í Meinigheitshúsinum 26.-29. januar, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Meinigheitshúsið í Havn og Open Doors gjørt samstarvsavtalu
Nýggj avtala varð undirskrivað í gjár um samstarv millum Meinigheitshúsið í Havn og Open Doors undirskrivað. Talan er fyri meinigheitina um at vera við í arbeiðinum at stuðla teimum forfylgdu kristnu kring heimin.’
Ólavsøka í Meinigheitshúsinum í Havn
Vælkomin í Meinigheitshúsið á Ólavsøku, bæði havnafólk og fólk frá bygd og bý. Møti útisetum, vinum, kenningum og ókendum!
Summar í Meinigheitshúsinum
Tiltøk og møtir verða merkt av, at summari er komið. Fleiri av okkara tiltøkum eru farin i summarfrí, meðan onnur koyra við lægri tempo. Men vit gleða okkum at koma saman sunnudagar, at hoyra Guðs orð og annars verða saman.
PODAS Ung í Meinigheitshúsinum í heyst
Í heyst verður eitt nýtt skeið hjá Podas ung í Meinigheitshúsinum. Hetta er fyrstu ferð at Podas verður í Meinigheitshúsinum og eru vit sera spent uppá tiltakið. Vit vóna at mong ung vilja nýta henda møguleika, at fáa meira undirvísing í Guds orði.
Hvítusunnustevna 3.-5.juni
Vælkomin til spennandi spennandi møtirøð í Meinigheitshúsinum á Hvítusunnu, har vit fáa forkunnugu vitjan úr Danmark. Formaðurin í Indre Mission í Danmark, Hans-Ole Bækgaard, talar á øllum møtunum.
Stór ungdómspáskastevna í Havn um vikuskifti
Komandi vikuskifti verður ungdómspáskastevna í Meinigheitshúsinum í Havn, har sangur, tónleikur, hugni, felagsskapur og páskaboðskapurin er í fokus. Sum nakað serligt kemur ein spennandi gestur úr úr Suðurafrika at tala á páskastevnuni í ár – Wilson Goeda, ið hevur verið í Føroyum fleiri ferðir áður m.a. á ungdómslegum í Nesvík.
Visjónin endaliga samtykt
Eftir eina langa tilgongd við at seta orð á visjónina fyri alt arbeiði í Meinigheitshúsinum eru vit endaliga komin á mál. Okkara visjón er at seta Jesus Kristus í miðdepilin av øllun, sum vit gera – og at síggja hann í miðdeplinum hjá menniskjum bæði í Føroyum og út um landoddarnar.
Nýggja kaféin eitur HeBrews
Á Meinigheitsfundi leygardagin 5. mars varð navnið avdúkað á nýggju kaféini í Meinigheitshúsinum. Nýggja navnið er HeBrews – eitt orðaspæl millum enska heiti fyri Hebrearar og at bryggja (kaffi).
Stýrið hevur skipað seg
Á seinasta stýrisfundi vóru stóðu tveir stýrislimir fyri afturvali, og báðir tóku við og vóru valdir at halda áfram í stýrinum. Talan er um Karl Michaelsen og Jákup Brúsá.
Eingi møtir ella tiltøk í Meinigheitshúsinum, vegna korona.
Øll tiltøk eru fyribils avlýst í Meinigheitshúsinum, vegna høgu smittutølini.