Stór ungdómspáskastevna í Havn um vikuskifti
Komandi vikuskifti verður ungdómspáskastevna í Meinigheitshúsinum í Havn, har sangur, tónleikur, hugni, felagsskapur og páskaboðskapurin er í fokus. Sum nakað serligt kemur ein spennandi gestur úr úr Suðurafrika at tala á páskastevnuni í ár – Wilson Goeda, ið hevur verið í Føroyum fleiri ferðir áður m.a. á ungdómslegum í Nesvík.
Hetta er annað árið á rað, at ungdómurin í Meinigheitshúsinum skipar verður fyri stórum ungdómstiltaki um páskirnar. Í fjør var fult hús av ungum, og væntandi verður ikki minni hesuferð, har góður lovsangur og framførslur. Møtir verða langa fríggjakvøld til mánakvøld kl. 20.00.
Er páskaboðskapurin Jesu deyða og uppreisn viðkomandi fyri okkum í dag? Hesin spurningur er serliga viðkomandi, tá hugsað verður um, hvussu nógv ung í dag stríðast við angist, strongd, einsemi, stúran og ótta í dag. Páskaboðskapurin er ein boðskapur um frælsi, sum Jesus vann okkum øllum, tá hann doyði á krossinum og reis uppaftur frá deyðum.
Wilson Goeda arbeiðir sum undirvísari hjá felagsskapinum Youth With A Mission og ger saman við konu sínari Grace Goeda nógv hjálpararbeiði millum fátøk í slummini í Durban. Hann hevði harðan uppvøkstur undir Apartheid í Suðurafrika. Hann gjørdist foreldraleysur sum 8 ára gamal, varð seldur sum trælur, megnaði at flýggja aftaná 7 ár og livdi síðan á gøtuni í Johannesburg, har hvør dagur var ein bardagi fyri lívinum. Sum 17 ára gamal varð hann tó møttur av Guds kraft, bleiv frelstur og settur í frælsi.
Umframt spennandi boðskap verður lovsangur øll kvøldini og tónleikaframførslur við Borgfríð Fonsdal, Olvheðin Jacobsen og ungum av Toftum. Øll eru hjartaliga vælkomin í Meinigheitshúsið (reyða húsið beint við SMS) øll kvøldini um páskirnar.
Skráin
Langa fríggjakvøld kl. 20.00 – Borgfríð Fonsdal framførir
Leygarkvøld kl. 20.00 – Ung av Toftum framføra
Páskakvøld kl. 20.00 – Olvheðin Jacobsen v/ bólki framførir
2. páskakvøld kl. 20.00 – nógvur lovsangur
*Øll kvøldini verða talurnar umsettar til føroyskt.