Summar í Meinigheitshúsinum
Vit eru komin væl inn í juni mánað. Hetta merkir, at ein summarstemmningur eru komin í samfelagið og eisini í meinigheitina. Eftir ein langan vetur við bæði korona og síðani nógvan aktivtet, eru fólk eitt sindur móð. Tí kemur summari væl við, at fólk kunnu hvíla og fáa nýggja orku til at fara ígongd við virksemi aftur í heyst.
Eingin sunnudagsskúli og juniormøti verður frá nú av og fram til 1/2 august. Ungdómurin er eisini farin í summarfrí, so einki SALT verður aftur fyrr enn í august.
Møtir verða sum vanligt sunnudag kl. 17.30, men tey verða eisini merkt av, at fleiri fólk eru farin í feriu. Tí verður eingin barnaansing og einki drekka eftir møti. Møtini verða eitt sindur styttrið enn vanligt, men annars verður alt sum vit kenna tað.
Á Ólavsøku er ætlanin at hava tiltøk sum undanfarin ár. Vit koma út við eini skrá og kunning seinni um hetta.
Summari kann eisini nýtast til praktisk ting. Eitt nú skal brandtrappan málast og nógv onnur viðurskifti kunnu nevnast, har viðlíkahald er neyðugt. Tey sum ynskja at taka eina hánd í, eru vælkomin at venda sær til ein av okkara umsjónarfólki og frætta nærri um møguleikarnar fyri at hjálpa.
Leiðslan ynskir øllum eitt vælsignað gott summar.