Nýggir limir komnir í Salt nevndina
Salt nevndin hevur fingið forsterkningar. Tríggir nýggir leiðarar eru komnir í nevndina: Kristian Hansen, Jórunn Mohr Viderø og Marjun Garðsá.
Stór ungdómspáskastevna í Havn um vikuskifti
Komandi vikuskifti verður ungdómspáskastevna í Meinigheitshúsinum í Havn, har sangur, tónleikur, hugni, felagsskapur og páskaboðskapurin er í fokus. Sum nakað serligt kemur ein spennandi gestur úr úr Suðurafrika at tala á páskastevnuni í ár – Wilson Goeda, ið hevur verið í Føroyum fleiri ferðir áður m.a. á ungdómslegum í Nesvík.
Nógv fólk á Ungdómspáskastevnu
Ungdómspáskastevnan í Meinigheitshúsinum í Havn byrjaði langa fríggjakvøld kl 20 og nógv fólk vóru til fyrsta møti.