Nógv fólk á Ungdómspáskastevnu

IMG_9759.jpeg

Ungdómspáskastevnan í Meinigheitshúsinum í Havn byrjaði langa fríggjakvøld kl 20 og nógv fólk vóru til fyrsta møti. Tórur Jacobsen talaði um hvat Jesus fór ígjøgnum allan vegin út á Golgata og upp á krossin.

Kvøldið var eisini merkt av nógvum góðum sangi. Gøtu kirkju ungdómskór sang eisini nakrar sangir – ein góður kokkteyl av sálmasangi og spirituals – meðan góður lovsangur eisini rungaði í húsinum

Ungdómspáskastevnan heldur áfram leygardagin kl 20.00, har Tórur Jacobsen talar um hví Jesus mátti doyggja. Nógvur lovsangur verður eisini á skránni hetta kvøldið.

Sunnukvøldið og mánakvøldið kl 20.00 verða eyguni vend ímóti uppreisnini. Jákup Brúsá talar bæði kvøldini, sunnukvøldið við yvirskriftini ‘Jesu uppreisn – fup ella fakta?’ og mánakvøldið um hvønn týdning páskaboðskapurin hevur fyri okkum í dag. Borgfríð Fonsdal syngur sunnukvøldið og Anton Liljedahl mánakvøldið.