
Okkara missión er at
Fylgjast við Jesusi
Møta menniskjum við umsorgan
Boða gleðiboðskapin
Búgva til tænastu
Senda út í missión
Tiltøk
Ein boðskapur um vón
til øll menniskju.
Guds orð lærir okkum nógv um hvørji vit eru, og hvat vit eru skapt til. Vit eru øll brotin – eingin fullkomin. Og vit kenna øll til stríð, bæði andaliga, kensliliga og likamliga. Tá er gott at líta á lyfti hjá Jesusi: “Mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki!” Hetta er kjarnin í okkara boðan.
Ver vælkomin at vitja okkum í Meinigheitshúsinum fyri at læra meira.

Til børnini
Sunnudagsskúlin
Børnini og familjan eru ein sera týðandi partur av okkara virksemi. Tí hava vit tiltøk sum sunnudagsskúla og juniormøti.
Sunnudagsskúlin er ikki bara fyri børn. Foreldur, ommur og abbar eru eisini hjartaliga vælkomin at luttaka. Hvønn sunnudag fylla foreldrini eisini sera væl upp í salinum. Men pláss er fyri nógv fleiri. So vit siga bara við øll: "bjóða øllum við á sunnudagsskúla" tí tað er einki betri at geva barninum og okkum sjálvi, eina himmalska vón.
Tíðindi
Hvar eru vit?
Meinigheitshúsið er tað reyða húsið beint við síðunar av SMS í Tórshavn.
Bústaður:
Húsagøta 1
100 Tórshavn
Føroyar