Vælkomin á ungdómspáskastevnuna 2026
Aftur í ár verður ungdómspáskastevnan í Meinigheitshúsinum í Havn. Hetta er sætta árið á rað, at ung og eldri savnast um páskaboðskapin.
Hví er páskaboðskapurin viðkomandi fyri okkum í dag?
Páskini eru hjartað í kristnu trúnni. Langa fríggjadag hoyra vit um Jesu krossfesting, har hann í kærleika gav lív sítt fyri okkum. Á krossinum bar hann tað, sum vit sjálvi ikki megnaðu – syndina og alt tað, sum er tungt.
Eftir krossfestingina, sótu lærusveinarnir eftir í stórari sorg, iva og vónloysi. Ein kensla, sum vit kenna aftur, tá lívið tykist myrkt og vónleyst.
Men søgan endaði ikki har. Deyðin hevði ikki seinasta orðið. Jesus reis upp aftur. Uppreisnin broytir alt: Lívið vann á deyðanum, ljósið vann á myrkrinum, og vónin fekk eitt nýtt grundarlag. Páskaboðskapurin er ein boðskapur um frælsi og eina nýggja neyðuga byrjan fyri allan heimin, fyri teg.
Tú og tit øll eru hjartaliga vælkomin á páskastevnuna í Meinigheitshúsinum í Havn (Reyða húsið við SMS)
Skráin sæst niðanfyri
Skráin
Langafríggjakvøld 3 apríl kl 20:00
Anton í Liljudali talar
Teitur Poulsen framførir
Drekka eftir møtið
Páskaaftan 4. apríl kl 20:00
Jákup Brúsá talar
Anton og Fríðunn í Liljudali framføra
Drekka eftir møtið
Páskadag 5. apríl kl 20:00
Torgeir Petersen talar
Drekka eftir møtið
Kl 22:30 er lovsangsløta
Undir møtunum er møguligt at koma til samtalu og forbøn