Meinigheitsfundur verður leygardagin 21. mars

Árligi meinigheitsfundurin verður leygardagin 21. mars kl. 10-13. Øll í meinigheitini eru vælkomin at luttaka hendan dagin, har vit koma saman at hoyra um gongdina í arbeiðinum og ætlanir fyri framtíðina.

Byrjað verður kl. 10:00, og á skránni er:

  • Formansfrágreiðing

  • Ársroknskapurin verður lagdur fram

  • Høvi at seta spurningar og gera viðmerkingar

  • Orðaskifti: Hvussu byggja vit brýr millum ættarliðini

Endað verður við døgurða kl. 12:00.

Út yvir vanligu frágreiðingarnar verður eisini orðaskifti um, hvussu vit byggja brýr millum ættarliðini, so øll – børn, ung og eldri – kenna seg heima í andliga felagsskapinum. Ættarlið eru ymisk, og mangan verður tosað um gjónna millum ung og eldri. Vit gleðast um, at savningarmegin í meinigheitini tykist vera góð millum ættarliðini – men hetta kemur ikki av sær sjálvum. Vit umrøða, hvussu vit áhaldandi arbeiða fyri at byggja brýr millum ættarliðini, so gleðiboðskapurin verður førdur víðari frá einum ættarliði til tað næsta.

Næste
Næste

Spennandi vikuskiftismøtir í Meinigheitshúsinum