Spennandi vikuskiftismøtir í Meinigheitshúsinum
Í døgunum 23. - 25. januar verður spennandi møtirøð á skránni í Havn. Møtir verða bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið, meðan sunnudagin verður møtið klokkan 16:00.
Lagt verður fyri fríggjakvøldið klokkan 19:30, tá klaksvíkingurin í Hvalvík, Jákup E. Petersen, talar um kvinnuna við sikarsbrunnin.
Sangframførsla er á skránni øll kvøldini, og fríggjakvøldið syngja Martha og Tummas Pauli Mýri.
Leygarkvøldið talar Carsten Fonsdal Mikkelsen, sum er trúboðari hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Hann fer at tala um Nikodemus.
Á møtinum syngur kvinnukórið úr Emmaus.
Sunnudagsskúli og møti sunndagin
Sum vanligt er í Meinigheitshúsinum, so verður sunnudagsskúli klokkan14:00 sunnudagin, har bíbliusøga, sangur og mangt annað er á skránni. Eftir sunnudagsskúlan verður drekkamunnur, har tíð er til prát, hugna og spæl hjá bæði børnum og vaksnum.
Longu klokkan 16:00 byrjar møti við Kristian Martin Petersen. Fuglfirðingurin fer at tala um ríka unglingan og Argjakórið syngur.
Aftaná eru øll boðin til nátturða í Meinigheitshúsinum.
Skráin
23. januar klokkan 19:30:
Jákup E. Petersen talar Martha og Tummas Pauli Mýru syngja
24. januar klokkan 19:30:
Carsten Fonsdal Mikkelsen talar Kvinnukórið í Emmaus syngur
25. januar klokkan 14:00:
Sunnudagsskúli Drekkamunnur aftaná
25. januar klokkan 16:00:
Kristian Martin Petersen talar Argjakórið syngur Nátturði aftaná