
Tiltøk
Síggj her hvørji tiltøk eru í Meinigheitshúsinum.

Páskastevnan 2025
❌SET X Í KALENDARAN❌
💮🐣Ungdómspáskastevnan 2025🐣💮
Á páskum verður árliga ungdómspáskastevnan í Meinigheitshúsinum í Havn (reyða húsið við SMS) 🥳Tiltakið verður Langafríggjadag til og við Páskadag 18.-20. apríl - hvørt kvøld kl 20.00
🔥Evnið verður “Ein nýggj byrjan!” har Pól Johannessen, Mariann D. Poulsen og Kartin Høgnesen tala 🔥
Afturat góðum boðskapi, verður eisini feitur lovsongur! Eftir møti er drekkamunnur og Café Hebrews er opin.
Vit gleða okkum at hátíðarhalda páskirnar saman og hoyra um Jesus deyða og uppreisn!✝️
Øll eru hjartaliga vælkomin til ungdómspáskastevnuna í Meinigheitshúsinum 2025!💗 Vit gleða okkum at síggja teg!
SKRÁIN
LANGAFRÍGGJADAG KL 20
• Talari: Pól Johannessen
PÁSKAAFTAN KL 20
• Talari: Mariann D. Poulsen
1. PÁSKADAG KL 20
• Talari: Kartin Høgnesen
• Framførsla: Gøtu kirkju ungdómskór
🐣! KOM VIÐ Á PÁSKASTEVNU !🐣

Ungdómspáskastevna
Vælkomin á ungdómspáskastevnu í Meinigheitshúsinum, har sangur, tónleikur, hugni, felagsskapur og páskaboðskapurin er í fokus.

SALT Grill-party
Seinasta SALT ungdómsmøti áðrenn summarferiuna. Vit fara at grilla og hugna okkum saman.



SALT Ungdómur
Vælkomin til SALT Várveitslu í Meinigheitshúsinum. Vit hugna okkum, syngja saman, fáa okkurt gott at eta og hoyra Guds orð.

SALT v/ Gerhard Mikkelsen
Vælkomin til SALT ungdómsmøti. Gerhard Mikkelsen, prestur, talar.


Ungdómspáskastevna v/ Wilson Goeda
Aftur í ár skipa vit fyri ungdómspáskastevnu í Meinigheitshúsinum í Havn. Hesuferð fáa vit vitjan úr Suður-Afrika av Wilson Goeda, ið kemur at tala. Wilson hevur verið í Føroyum fleiri ferðir áður, m.a. á ungdómslegum í Nesvík í 2015 og 2016. Vit hava eisini eina spennandi skrá við góðum lovsangi, framførslum o.a.


SALT v/ Hera Kjærbo
Vælkomin til SALT fyri ung hóskvøld kl. 20.00. Heri Kjærbo talar.


SALT – Bøn og bønarsvar v/ Jeffri Johannesen
Hóskvøldið 10. mars vitjar Jeffri Johannesen tey ungu í Salt fyri at tosa um evnið ‘Bøn & Bønarsvar’. Øll eru hjartaliga vælkomin.

SALT ungdómur v/ Henrik Nymann Eriksen
Hvørt hóskvøld kl. 20 samlast ung í Meinigheitshúsinum til undirvísing, lovsang og hugna. Hesa vikuna vitjar Henrik Nymann Eriksen, sum er dagligur leiðari á LMH bíbliuskúlanum í Danmark.