Vælkomin á ungdómspáskastevnu í Meinigheitshúsinum, har sangur, tónleikur, hugni, felagsskapur og páskaboðskapurin er í fokus.
‘Ein nýggj byrjan’.
Er páskaboðskapurin um Jesu deyða og uppreisn viðkomandi fyri okkum í dag? Hesin spurningur er serliga viðkomandi, tá hugsað verður um, hvussu nógv ung í dag stríðast við angist, strongd, einsemi, stúran og ótta í dag. Páskaboðskapurin er ein boðskapur um frælsi, sum Jesus vann okkum øllum, tá hann doyði á krossinum og reis uppaftur frá deyðum. Við hesum fekk hvør einstakur okkara møguleika til eina nýggja byrjan.
“Tí, um onkur er í Kristi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið, sí, tað er vorðið nýtt!” – 2. Kor. 5,17
SKRÁIN
Langafríggjadag kl. 19:30 – Hví mátti Jesus doyggja?
Jákup Brúsá talar
Leygardag kl. 19:30 – Tá vónin brestur
Tóta Akursmørk talar
Erla Mortensen og Heðin Askham framføra
Sunnukvøld kl. 19:30 – Uppreisnin broytir alt!
Kartin Høgnesen talar
Kórið í Meinigheitshúsinum framførir
Kl. 22:00 – Lovsangs- og vitniløta