Vit harmast um, at Rolf Kjøde ikki kemur á hesum sinni. Orsøkin er korona, sum ger um seg av nýggjum í Norra og her heima eru eisini avbjóðingar enn við korona. Tí hevur leiðslan saman við Rolf tikið endaliga støðu um, at Temadagarnir eru avlýstir í 2021. Vit hava hinvegin gjørt avtalu við Rolf, at hann kemur í 2022 í staðIn. Vit vóna at tað fer at eydnast.
Læs mereVit ynskja tykkum øllum eitt gott og vælsignað nýggjár. Takk fyri tað brátt farna. Takk fyri stuðul, bæði fíggjarliga og andaliga við forbøn. Vit bjóða nýggja árinum vælkomið og eru vit sera spent uppá. hvat Harrin fer at leiða okkum til.
Læs mereLeiðslan í Meinigheitshúsinum í Havn hevur avgjørt at avlýsa øll møtir og tiltøk, vegna korona. Hetta er sjálvandi harmuligt, men neyðugt, er niðurstøðan hjá stýrinum.
Læs mereSunnudagsskúlin og ungdómurin farin í jólafrí
Læs mereTvær nýggjar kvinnur er valdar inn í leiðsluna í Meinigheitshúsinum. Talan er um Birnu Petersen og Mariu Garðsá, sum báðar hava drúgvar royndir í andaligari leiðslu. Tær taka við 1. januar 2021.
Læs mereJóannis Fonsdal verður høvuðstalari á møtirøð í Meinigheitshúsinum í Havn 19-21. februar 2021. Møtir verða fríggjakvøldið, leygardagin og leygarkvøldið. Møtirøðin endar sunnukvøldið við felags náttura. Meira kunning seinni, men setið x í kalendaran longu nú.
Læs mereVit stroyma frá stórmøtinum sunnukvøldið 8. november. Men stórmøtini verða stroymd alt vikuskifti. Sí nærri skránna og set tíð av til besta boðskapin, sum er!
Læs mereMikukvøldið 21. oktober verður eitt spennandi evniskvøld í Meinigheitshúsinum. Evnið verður “kynini” og kemur sóknarpresturin Jákup E. Petersen úr Norðstreymoy at undirvísa. Byrja verður stundisliga kl. 19.30.
Læs mereTey ungu samlast hvørt hóskvøld. Komandi hóskvøld verður Chill, har millum annað Alfred Petersen fer at hava andakt. Men hóskvøldið 15. oktober verður heystferia og tí einki ungdómstiltak. Ungdómurin samlast eftir heystferiuna 22. oktober.
Læs mereTað verður Rolf Kjøde úr Norra, sum kemur at undirvísa um evnið, tær 7 meinigheitirnar, sum vit lesa um í Johannes Opinbering.
Læs mereVælkomin aftur í sunnudagsskúla í Meinigheitshúsinum. Eftir ein drúgvan steðg gleða vit okkum at fara í gongd aftur. Tí bjóða vit børnum, foreldrum, ommum og abbum hjartaliga vælkomin í Meinigheitshúsi til góðan sang, bíbliusøgur o.a.
Læs mereSunnukvøldið 30. august byrja vanlig møtir aftur í Meinigheitshúsinum eftir ein steðg orsakað av korona-støðuni. Møti verður kl. 17.30 og Torleif Johannesen talar.
Læs mereÁrligi meinigheitsfundurin var í Meinigheitshúsinum í Havn í dag. Áleið 50 fólk møttu upp til fundin, har stýrið m.a. legði fram nýggja hugsjón, ið varð endaliga samtykt. Nýggja hugsjónin fyri meinigheitina er: Vit eru ein livandi meinigheit, ið gevur býnum vón.
Læs mereEvnið á Tema døgunum í 2020 verður HIMMALIN. Vit fara at lýsa Himmalin gjøgnum Skrifturnar í fýra kvøld í januar mánaði, frá hósdegnum 23. til sunnudagin 26. januar. Tað verða Øssur Kjølbro og Alfred Olsen, sum fara at undirvísa og boða hesi kvøldini.
Læs mere