Væl vitjað møti um ólavsøkuna

Havnin hevði nógv at bjóða um ólavsøkuna. Eisini var møguligt at koma í Meinigheithúsið at hoyra Guds orð –  har fult hús var báðar dagarnar.

Møtið ólavsøkuaftan var við Ova Brim, sum talaði útfrá Lukas kap. 17,11-19. Um teir tíggju spidalsku mennirnar, sum vórðu grøddir, men bert ein vendi aftur at takka og fekk at vita, at Gud hevði frelst hann. Spurningurin er, hvørjum bólki vit eru í - takka vit Guði fyri frelsuna, ella seta vit okkara álit á okkurt annað, og til Guðs stóru sorg, glatast.

Sangbólkurin Gadders luttók við sangi. Seinni tóku tey ungu yvir og skipaðu fyri ”Opið hús” og kl 23 eini lovsangsløtu.

Ólavsøkudag, talaði Heri Kjærbo. Talan hevði ein greiðan boðskap ’’Vit mugu venda um!’’. Vit síggja eitt samfelag, ið líðandi vendir sær burtur frá Gudi. Avkristningin er ein veruleiki. Bíblian er ikki longur hvørs mans ogn, og børn kenna ikki skriftirnar, sum áður. Við støði í Jesaja 1,18 minti hann á, at vit enn kunnu venda aftur til Guds – og fáa fyrigeving, hvíld og nýggja kraft gjøgnum Jesus Kristus.

Erla Mortensen og Heðin Askham sungu,og aftaná bjóðaði Meinigheitshúsið lagkøku í kjallaranum.

Vit takka øllum, sum komu – og ikki minst teimum mongu, ið luttóku og hjálptu til.

Hoyr talur her

Næste
Næste

Spennandi ólavsøkuskrá í Meinigheitshúsinum