Ung úr Meinigheitshúsinum í Havn á Tvøroyri
Í vikuskiftinum var missiónsvika á Tvøroyri, og í tí sambandi hevði ungdómurin í Meinigheitshúsinum í Havn “Salt”, ungdómsmøti leygarkvøldi.
Smyril silgdi av Eystaru bryggju kl 16 leygardagin, og tá vóru um 20 sera spent ung menniskju við umborð, við kósini settari mótið missiónshúsinum á Tvøroyri. Tá tey vóru fram komin, byrjaðu fyrireikingarnir til møti alt fyri eitt.
Ungdomsmøti byrjaði klokkan 20, og húsið var skjótt fult, har fleiri enn 50 fólk, ung sum gomul, vóru komin saman til eina løtu, har Guðs orð var lyft upp við bøn, vitnisburði og lovsangi. Andrias Garðsá leiddi og byrjaði møti, ung úr Meinigheitshúsinum í Havn lyftu húsið við lovangi, Jórunn Mohr Viderø og Annika Viderø Zachariasen deildu sínar persónligu vitnisburðar. Eftir møti var hugnalig samvera, har borðreitt var við einum góðum drekkamunni.
Eftir at fólkið var farið til hús, nýttu tey ungu úr Havn kvøldið til at hugna sær og styrkja felagsskapin við spæli, lovsangi, práti og pitsu, áðrenn fari var í song. Tey høvdu fingið høvi at gista í missiónshúsinum á Tvøroyri. Sunnumorgunin klokkan 08:30 gekk leiðin heim aftur við smyrli.