Spennandi ólavsøkuskrá í Meinigheitshúsinum
Sum siðvenja er, so eru fleiri spennandi og áhugaverd tiltøk í Meinigheitshúsinum í Havn á Ólavsøku.
Ólavsøkuaftan, 28.juli, er møti klokkan 19:30 við Ova Brim.
Væl umtókti bólkurin Gadders framføra á møtinum.
Tey ungu taka sær av kvøldinum og náttini
Eftir møti ólavsøkuaftan er opið hús í Meinigheitshúsinum, har okkurt gott verður at fáa - umframt hugna og góðan felagsskap.
Seinni á kvøldinum verður lovsangsløta á skránni, ið er eitt gott høvið hjá fólki at koma til eina gevandi løtu við góðum lovsangi.
Heri Kjærbo talar Ólavsøkudag
Ólavsøkudag klokkan 19:30 er aftur møti. Tá talar Heri Kjærbo.
Eisini koma Erla Mortensen og Heðin Askham at framføra nakrar sangir.
Og sum ein góður endi á møtinum, áðrenn farið verið aftur at ganga oman og niðan, verður borðreitt við einum góðum drekkamunni.
Øll eru hjartaliga vælkomin í Meinigheitshúsið á Ólavsøku!