Fullsett jólafest í Meinigheitshúsinum

Fleiri enn 250 fólk - børn, ung og vaksin - vóru komin í Meinigheitshúsið til árligu jólafestina. Tað minti ikki sørt um gistingarhúsini í Betlehem, men tíbetur var pláss fyri øllum til hugnaligu løtuna.

Tað hoyrdist eisini á sanginum í salinum, at børnini vóru spent til jólafestina, tí teir góðu og kendu sunnudagsskúlasangirnir rungaðu um alt húsið. Men tá sangurin var liðugur og ljósini blivu sløkt var púra kvirt í salinum, og mildu røddirnar við Lucia tónum frá Døggropanum, sum er gentukórið í Meinighetishúsinum, hoyrdust í gongini. 

Gentukórið framførdi eisini tveir vakrar jólasangir, ið veruliga skapti ein jólahugna í Meinigheitshúsinum. 

Jólini snúgva seg um Jesu føðing og tað ger jólafestin eisini. Dan Eliasen fortaldi um jólaevangeliið og um ta longu ferð, ið Jósef og Maria gingu áðrenn Jesus varð føddur í einum fjósi. 

Síðani varð dansað um vakra jólatræið, ið hevur staðið pyntað seinastu vikuna og bíðað eftir jólafestini. Nógvir ringar vóru gjørdir um jólatræið og síðani rungaðu vøkru jólasálmarnir, og sjálvandi endaði løtan við Gleðilig jól.

Aftaná fingu børnini pakkar við ymsum leksiligum og øll vóru samstundis boðin til eitt risastórt kakuborð í kjallaranum. 


Næste
Næste

Ung úr Meinigheitshúsinum í Havn á Tvøroyri