Sangmøti til heiðurs fyri Petur Jacob Sigvardsen

Hvítusunnudag var Meinigheitshúsið í Havn karmur um eitt sangmøti til heiðurs fyri Peturi Jacob Sigvardsen. Á møtinum, sum eisini var hildið í sambandi við, at Meinigheitshúsið fylti 40 ár, vóru sungnir og framførdir sangir hjá Peturi Jacob.

Undirtøkan var góð, og umleið 180 fólk høvdu leitað sær í Meinigheitshúsið til hesa stóru løtuna. Ingmar Berg Mikkelsen eins og sangbólkurin Tabitha av Argjum framførdu sangir og fleiri aðrir sangir vóru sungnir sum felagssangir. Millum løgini søgdu Torleif Johannesen, trúboðari og Sverri Steinhólm prestur frá minnistilburðum um Petur Jacob og tí arbeiði, sum hann hevur staðið í innan fyri kirkju og missión.

Ein takkarløta fyri ein trúgvan tænastumann, sum við sínum orðum og verkum hevur ríkað tí føroysku sálmamentanina. Petur Jacob hevur sett djúp spor í føroyskan andaligan sangarv Tilsamans hevur hann skrivað og týtt fleiri enn 500 sálmar, sangir og yrkingar

Til tíðindastubban um Petur Jacob verður skrivað:

’’Tá Petur Jacob sigur frá lívinum og frá hesum arbeiðinum, venda eyguni og sinnið ofta uppeftir. Tað er sum hann vil geva Gudi tøkkina og heiðurin  – og tað vil hann.
– Gud hevur verið góður og trúgvur. Hann hevur givið mær kall, áhuga og óivað náðigávur til hesa tænastu, sum hevur fylt nógv í lívinum. Samstundis hevur tað verið ríkt at staðið í áratíggju um landið, sum boðberi og vitni fyri Jesus, frelsara mín.
Ja, æran er Guds og hann skal fáa alla tøkk! sigur Petur Jacob Sigvardsen.’’

Les meira um lívsverkið hjá Petur Jacob her:

https://trubodin.fo/yrkt-og-tytt-fleiri-enn-500-salmar-sangir-og-yrkingar/

Her eru nakrar myndir frá degnum

Næste
Næste

Sunnudagsskúla avslutningur