Sunnudagsskúla avslutningur

Í dag var seinasti sunnudagsskúli áðrenn summarferiuna og tí gjørt meira burturúr.

Heðin leiddi dagin, og Dan hevði tekstin, sum var um tí fátæku einkjuna, ið hevði einki uttan tveir smápengar – men gav alt hon átti.

Dan deildi eisini eitt minnisvers úr Lukas 6:38. ’’Gevið, so skal tykkum verða givið’’ ein áminning um gávumildni. Vit kundu eisini siga, at tann sum gevur, lænir í veruleikanum Guði tað, hann gevur. Og hann fær hetta aftur í himli.

Áðrenn spølini byrjaðu, endaðu vit við sanginum ’’Skjótt fer tokið avstað’’. Við Louisu á odda skaptist ein góður og lívligur stemningur millum børnini. Vit runnu runt í salinum, útum, niður í kjallaran og uppá loftið. Tá vit komu innaftur í salin, var salurin ruddaður og klárt var at spæla. Á skránni var m.a togtoðan, og børnini skuldu gita ljóðið á sangi ella djóri.

Aftaná eina spennandi og festliga løtu vóru øll bjóðað útum til grillaðar pylsur, vafflur og alskins køkur.

Vit ynskja øllum eina góða summarferiu!

Vit byrja aftur 17. august

Næste
Næste

Fantastiskt at síggja so nógv til ungdómspáskastevnuna 2025