Líggjas og SAT-7
Minnast tit leyvuna Líggjas? 🦁 Líggjas, ið fekk eitt faks fyri hvørja 500 kr vit samlaðu inn? 🦁
Sunnudagin kemur aftur eitt djór at hanga á vegginum í Meinigheitshúsinum.
Vit fara nemliga aftur í ár at samlað inn til SAT-7.
Innsavningin kemur at vera yvir teir næstu fýra sunnudaganar.
Hvat man tað verða fyri eitt djór vit fáa hesa ferð? Hvussu man tað fara at eita? 🐴🐘🦚🐷
Kunning um SAT-7.
SAT-7 er ein kristin sjónvarpsrás í tí arabiska heiminum, ið dagliga hevur ein hyggjaraskarða á uml 18.000.000 hyggjarar.
M.a. senda tey nógv gott barnatilfar út. Har tey m.a. fortelja børnunum um Jesus, gera undirvísingartilfar til børn, sum búgva í flóttafólkalegum og tískil ikki kunnu ganga í skúla v.m.
Tey gera eitt megnar arbeiði.
Hesum vilja vit aftur í ár vera við at stuðla.
Kom og ver við 👍