Stýrið í Meinigheitshúsinum hevur skipað seg av nýggjum

Leygardagin 22. mars var meinigheitsfundur í Meinigheitshúsinum í Havn, og á fundinum var kunngjørt, at stýrið hevur skipað seg við Andras Jákupsson sum nýggjum formanni.

 

Sostatt er stýrið mannað við Andras Jákupsson (form.), Jákup Brúsá (næstform.), Karl Michaelsen (2. Næstform.), Eyðhild Dam Hansen (kassameistari), Helena Bjellvåg (skrivari) og Maria Garðsá (stýrislimur).

 

Ein serlig tøkk skal ljóða til Hera Kjærbo, sum hevur verið formaður í Meinigheitshúsinum seinastu 7 árini, umframt at hann áður hevur verið vanligur stýrislimur í 7 ár – altso 14 ár tilsamans. Í heyst valdi hann at takka fyri seg í stýrinum, og stýrið sostatt fór undir eina tilgongd at skipa seg av nýggjum.

 

Fjølbroytt arbeiði í Meinigheitshúsinum

Nýggi formaðurin hevði eina frágreiðing um fjølbroytta arbeiðið í og út frá Meinigheitshúsinum. Seinasta árið er gongd komin á at skipa bíbliubólkar, har eini 70 fólk – yngri sum eldri – nú eru partur av 8 ymiskum bíbliubólkum. Endamálið við bólkunum er at lesa og samtala um bíbliuna saman, biðja saman og hava nærri felagsskap við hvønn annan.

 

Eitt miðvíst arbeiði hevur eisini verið gjørt við tónleika-upplæring fyri ung, har fleiri ung nú hava traðka til at spæla og syngja fyri til ungdómsmøtir. Hetta er ein liður í at menna tónleik og felagssang í arbeiðinum. Afturat hesum kann eisini nevnast annað sangvirksemi í Meinigheitshúsinum sum gentukórið Døggdropin og manskórið.

 

Eitt nýtt miðlatoymið varð eisini sett í heyst, sum arbeiðir við at sjónliggera gleðiboðskapin og arbeiðið í Meinigheitshúsinum út á talgildu miðlarnar. Eitt nú verða talur lagdar út regluliga á heimasíðuna og ymsar poddvarps-pallar.

 

Komandi mánað verður stóra ungdómspáskastevnan aftur á skránni í Meinigheitshúsinum. Seinastu árini hevur húsið verið fult á páskum við ungum fólki, sum koma at hoyra góða páskaboðskapin um, at Jesus er upprisin.

 

Eisini verður meinigheitslega á skránni 30. mai til 1. juni, har meinigheitin bjóðar børnum, ungum, familjum, eldri, ja øllum við til eitt vikuskifti í Leguhúsinum í Nesvík.

 

Húsið er 40 ára gamalt og treingir til ábøtur

Til meinigheitsfundin í fjør varð ein størri ætlan løgd fram um renovering av húsinum, sum í ár fyllir 40 ár. Nógvar ábøtur treingja til at gerast, og stórar ætlanir eru um dagføringar av húsinum. Í heyst varð ein nýggj lyft sett upp, ið er ein partur av hesi ætlan. Hetta er ein stór íløga, sum hevur stóran týdning fyri atkomuligheit hjá fólki millum hæddirnar. Ein fundraising bólkur er nú settur at skaffa fígging til ætlaðu renoveringarnar, sum liggja í kortunum framyvir.

 

Umframt hetta kann nevnast ein rúgva av øðrum virksemi í húsinum, so sum sunnudagsskúli, ungdómsarbeiði, junior-møti, samtalumøtir, døgurði fyri barnafamiljur, sjómanskvinnuringur – umframt ymsar tænastur innan køk, reingerð, teknikk, húsaumsjón, trivnað, bókaborð, møtileiðslu, v.m. Samanumtikið er ein ørgrynna av sjálvbodnum fólki, sum gera eitt stórt arbeiði fyri at dríva okkara visjón, sum er at Jesus skal vera í miðdeplinum – í okkara lívi, í meinigheitini, í høvuðsstaðnum og út um allan heimin.

Villiam Marius Samuelsen