Fyrilestur og møti við Steen Palmqvist var í vikuskiftinum.

Í vikuskiftinum var Steen Palmqvist í Meinigheitshúsinum.

Leygardagin hevði hann fyrilestur um evnið ‘‘Mítt kristin lív og mínar kenslur.’’ Hann tosaði m.a um at Guð hevur skapað okkum við kenslum. Tær eru partur av skapanarverkinum - soleiðis sum Guð hevur skapt okkum. Tær eru hvørki óndar ella góðar - tær eru syndafríar. Kenslur eru ein Guðs gáva soleiðis, at vit betur fáa orientera okkum í hesi verð. Kenslur eru eitt sansatól, ið siga tær hvussu tú hevur tað. Tær eru givnar soleiðis, at tú kanst handla útfrá teimum, men vit kunnu handla skeivt. Tí er tað týdningarmikið at arbeiða við kenslunum soleiðis, at tær ikki fáa stýr á okkum.

Sunnudagin talaði hann um evnið ‘‘Fyrigeving’’. Har kom hann inná at fyrigeving ikki er ein kensla, men ein avgerð. Vit taka eina avgerð at fyrigeva, ikki tí viðkomandi hevur uppiborið hana, men tí eg sjálvur eri ein fyrigivin syndari - av náði. Avgerðin, at ikki fyrigeva, hevur avleiðingar. Tí tað kann vera oyðileggjandi fyri ein sjálvan - fyri sambandið við Guð og onnur menniskju. Man verður beiskur, tí man gongur runt við óuppgjørdum viðurskiftum. Steen Palmqvist endurgav sitatið hjá Max Lucado ‘‘Fyrigeving er at læsa hurðina upp fyri einum menniskja, ið er læst inni - og síðan varnast at fangin er ein sjálvur.’’

Vit takka Steen Palmqvist fyri eitt áhugavert og gevandi vikuskifti.

Marjun Gardsa