Tilbage til Alle begivenheder
  
  
    
    
      
  
      
      
      
    
    
   
  
  
Dagføring: vegna serligu korona støðuna í Havn verður tiltakið stroymað á Facebook síðuni hjá Salt. 
Hvørt hóskvøld kl. 20 samlast ung í Meinigheitshúsinum til undirvísing, lovsang og hugna. Hesa vikuna vitjar Henrik Nymann Eriksen, sum er dagligur leiðari á LMH bíbliuskúlanum í Danmark. 
Henrik er útbúgvin gudfrøðingur, og út yvir at vera skúlaleiðari undirvísir hann í Fjallaprædikuni, Jóhannesarevangeliinum, Filippi brævinum, Jesaja bók, kristiligari leiðslu, fyrilestrum, Nýggja Testamenti samtíðarsøgu, prædikulæru, fuglum og náttúru.
