Tvær nýggjar kvinnur er valdar inn í leiðsluna í Meinigheitshúsinum. Talan er um Birnu Petersen og Mariu Garðsá, sum báðar hava drúgvar royndir í andaligari leiðslu. Tær taka við 1. januar 2021.
Læs mereJóannis Fonsdal verður høvuðstalari á møtirøð í Meinigheitshúsinum í Havn 19-21. februar 2021. Møtir verða fríggjakvøldið, leygardagin og leygarkvøldið. Møtirøðin endar sunnukvøldið við felags náttura. Meira kunning seinni, men setið x í kalendaran longu nú.
Læs mereVit stroyma frá stórmøtinum sunnukvøldið 8. november. Men stórmøtini verða stroymd alt vikuskifti. Sí nærri skránna og set tíð av til besta boðskapin, sum er!
Læs mereMikukvøldið 21. oktober verður eitt spennandi evniskvøld í Meinigheitshúsinum. Evnið verður “kynini” og kemur sóknarpresturin Jákup E. Petersen úr Norðstreymoy at undirvísa. Byrja verður stundisliga kl. 19.30.
Læs mereTey ungu samlast hvørt hóskvøld. Komandi hóskvøld verður Chill, har millum annað Alfred Petersen fer at hava andakt. Men hóskvøldið 15. oktober verður heystferia og tí einki ungdómstiltak. Ungdómurin samlast eftir heystferiuna 22. oktober.
Læs mereTað verður Rolf Kjøde úr Norra, sum kemur at undirvísa um evnið, tær 7 meinigheitirnar, sum vit lesa um í Johannes Opinbering.
Læs mereVælkomin aftur í sunnudagsskúla í Meinigheitshúsinum. Eftir ein drúgvan steðg gleða vit okkum at fara í gongd aftur. Tí bjóða vit børnum, foreldrum, ommum og abbum hjartaliga vælkomin í Meinigheitshúsi til góðan sang, bíbliusøgur o.a.
Læs mereSunnukvøldið 30. august byrja vanlig møtir aftur í Meinigheitshúsinum eftir ein steðg orsakað av korona-støðuni. Møti verður kl. 17.30 og Torleif Johannesen talar.
Læs mereÁrligi meinigheitsfundurin var í Meinigheitshúsinum í Havn í dag. Áleið 50 fólk møttu upp til fundin, har stýrið m.a. legði fram nýggja hugsjón, ið varð endaliga samtykt. Nýggja hugsjónin fyri meinigheitina er: Vit eru ein livandi meinigheit, ið gevur býnum vón.
Læs mereEvnið á Tema døgunum í 2020 verður HIMMALIN. Vit fara at lýsa Himmalin gjøgnum Skrifturnar í fýra kvøld í januar mánaði, frá hósdegnum 23. til sunnudagin 26. januar. Tað verða Øssur Kjølbro og Alfred Olsen, sum fara at undirvísa og boða hesi kvøldini.
Læs mere