Tilbage til Alle begivenheder

Ungdómspáskastevna


  • Meinigheitshúsið 1 Húsagøta Tórshavn Faroe Islands (kort)

Wilson og Grace Goeda vitja á ungdómspáskastevnuni 2023.

Á páskum verður aftur ungdómspáskastevna í Meinigheitshúsinum í Havn. Hetta er triðja árið við einum páskatiltakið, ið serliga vendir sær til tey ungu, og aftur í ár verður tað við talarum úr Suðurafrika – Wilson og Grace Goeda. 

Ungdómspáskastevnan verður skírishósdag til og við páskadag 6.-9. apríl. Møti verður hvørt kvøld kl. 20.00 í Meinigheitshúsinum, har ung í Havnini og úr øllum landinum eru boðin vælkomin at vitja og forvitnast.

Skráin

MIKUDAGUR
Kl. 20:00 Bønarløta

HÓSDAGUR
Kl. 20:00 Møti v/ Wilson Goeda
- Framførsla: Emma Nagurset Langgaard og Rebekka Skoralíð

FRÍGGJADAGUR
Kl. 20:00 Møti v/ Wilson Goeda

LEYGARDAGUR
Kl. 14:00 Áhugatími: At bíða eftir Gudi v/ Grace Goeda
Kl. 20:00 Møti v/ Wilson Goeda
- Framførsla: Anna Lovisa Mýri
Kl. 23:00 Lovsangsløta

SUNNUDAGUR
Kl. 20:00 Møti v/ Wilson Goeda

*Undirvísingin á øllum møtunum verður umsett til føroyskt.

Um Wilson og Grace

Wilson Goeda vitjaði eisini til páskastevnuna í fjør, og hesuferð kemur kona hansara Grace Goeda eisini við til Føroyar. Tey bæði arbeiða sum undirvísarar hjá felagsskapinum Youth With A Mission og gera nógv hjálpararbeiði millum fátøk í slummini í Durban.  Tey hava eisini vitja í Føroyum fleiri ferðir áður og eru tí ikki ókend um okkara leiðir.

Grace er stovnari og leiðari á eini hjálparmiðstøð fyri kvinnur, ið hava verið úti fyri harðskapi av serliga grovum slag og sum eru vorðnar við barn. Á Miðstøðini verða tær hjálptar til lívið aftur, verða endurreistar og uppbygdar. Grace hevur eisini serliga gávur í at undirvísa og er nógv umbiðin víða um.

Wilson hevur eisini eina serliga lívssøgu við einum hørðum uppvøkstri undir Apartheid í Suðurafrika. Hann gjørdist foreldraleysur sum 8 ára gamal, varð seldur sum trælur, megnaði at flýggja aftaná 7 ár og livdi síðan á gøtuni í Johannesburg, har hvør dagur var ein bardagi fyri lívinum. Sum 17 ára gamal umbroyttist hansara lív, har kristna trúgvin fekk ein stóran stóran týdning í hansara lívi.

Í bókini Gud er fargeblind, ið fæst til keyps á Manna.fo, ber til at lesa meira um lívssøguna hjá Wilson, ið hevur ein sterkan boðskap um fyrigeving. Hann varð føddur inn í ræðuligu apartheidskipanina í Suðurafrika, men heldur enn at lata hatur og beiskleika fylla sálina, valdi hann at fyrigeva teimum, sum høvdu kúgað hann.

– Eg sakk niður í eina tunga depressión, men eg hevði grivið meg alt ov langt niður í myrku grøvina av narkotika til at megna at sleppa upp. Eg trongdi so avgjørt til nakað størri enn mín egna vilja fyri at hjálpa mær, sigur hann millum annað í bókini.

Innsavnan øll kvøldini

Øll kvøldini verður høvið at lata eina gávu. Pengarnir fara til Wilson og Grace, ið arbeiða ólønt í síni tænastu og liva av gávum, og til at dekka útreiðslurnar av páskastevnuni annars.

P.S. Her er ein playlisti av sangum, ið verða sungnir á páskastevnuni. Gott at lurta eftir áðrenn fyri at læra seg sangirnar, ið eru nýggir.

Tidligere begivenhed: 2. april
Møti v/Eyðhild Dam Hansen
Senere begivenhed: 16. april
Møti v/Eivind Mouritsen