Tilbage til alle begivenheder
Temakvøldini í heyst vóru sera væl móttikin. Tí hava vit havt ynski at halda á fram við hesum kvøldum. Orsakað av korona smittuni, hava vit valt at bíða, men nú støðan er so mikið góð, fara vit at taka temakvøldini upp aftur í vár. Fyrsta temakvøld verður 24. mars, kl. 19.30, har vit fara at undirvísa í evninum: “Náðin og hennara virknaður”. Tað verður Petur Jacob Sigvardsen, sum fer at undirvÍsa. Sum vanligt hevur verið, so verður høvið at seta spurningar og samtala um evnið. Øll eru vælkomin.
Forrige
Forrige
22. marts
Hanna av Kák Nattestad luttekur á kvinnumøtinum
Næste
Næste
28. marts