Í morgin er ommu og abbadagur í sunnudagsskúlanum 👨👩👧👧
Tað plagar at verða so hugnaligt. Vit gleða okkum.
Í morgin er eisini síðstu dagur, vit samlađ inn til SAT 7 kids, ið er ein sjónvarpsstøð í arabiska heiminum, sum bæði undirvísir børnum í vanligu lærugreinunum og fortelur teimum um Jesus. M.a. verður skúlaundirvísingin nýtt í flóttafólkalegum, har børn annars ikki hava møguleika at ganga í skúla.
Krokodillu Kaj hevur nú fingið fleiri tenn og taggar.
Hvussu nógvar tenn og taggar man hann enda við at fáa? Spennandi verður at vita í morgin, tá innsavningin sum sagt endar.
(NB. Kaj fær eina tonn ella tagg á rygginum fyri hvørjar 500 kr vit samla inn 😉)
Møguligt er at hava reiðan pening við at leggja í krokudilluhøvdið ella flyta pening inn á konto nr. 9181-1681410