Nú vera Stórmøtini aftur, og í ár vera tey í Havn. Tað verður í Skúlanum á Fløtum frá 25.-27. okt.
Evni: Yvirskriftin fyri stórmøtini er “Hvar finna vit vón í eini ótryggari tíð?” – Í einum heimi merktum av óvissu og ótryggleika kann myrkrið ofta kennast ovurhonds stórt – bæði í globalum kreppum og í persónligum stríði. Men mitt í myrkrinum er eitt óvikandi ljós – ein vónarviti – sum myrkrið ikki kann vinna á. Til Stórmøti bjóða vit tær at læra meira um hetta ljós og ta djúpu vón, sum tað gevur.
Øll møtini verða í Skúlanum á Fløtum, undantikið tematiltak leygardag seinnapart, sum er í Meinigheitshúsinum í Havn.
Skráðin er at síggja á heimasíðuni hjá Heimamissiónuni ella á Trúðboaðnum.