Tilbage til Alle begivenheder
Vælkomin til felags bønarkvøld í Missiónshúsinum í Leirvík týskvøldið 20. januar 2026 kl. 19.00-20.30.
Átakið 'Saman í bøn' byrjaði í vár, tá Heimamissiónin legði fram nýggja strategi, ið millum annað inniber at samla rørsluna kring landið í bøn. Tí hava vit felags bønarmøtir hvønn ársfjórðing, har vit ferðast kring landið – men missiónsfólk úr øllum landinum eru boðin við.