Tilbage til Alle begivenheder
Hóskvøldi kl 20 kemur iranin Dariush Golbaghi at tala um støðuna hjá kristnum í Iran. Í mong ár hava okkara brøður og systrar verið trongd av harðrenda islamistiska stýrinum í Iran, hóast ein rúgva av fólki eru komin til trúgv seinastu nógvu árini. Hetta satsa tey lív sítt uppá, serliga tey, sum venda muslimsku trúnni bakið, fyri at fylgja Jesusi. Vegna strangt eftirlit, mugu fleiri teirra flýggja til eitt nú Turkalands, har tey eru meira fræls til at deila og útliva sína trúgv.
Kom og hoyr meira, umframt um felagsskapin Safety House, sum Dariush hevur stovna. Open Doors stendur fyri vitjanini.
Filmar frá Iran og plakat um hvar arðastaðni Dariush vitjar hesir dagar, eru at finna á Facebook síðuni “Open Doors Føroyar”