Tilbage til Alle begivenheder

Møti v/Kurt Christensen

  • Meinigheitshúsið 1 Húsagøta Tórshavn Faroe Islands (kort)

Kurt Christensen, ið kemur at tala til okkara nú sunnukvøldið, er føroyavinur burturav. Hann og konan Inger vitja herheima á nærum hvørjum ári. Inger er av Bornholm, har tey bæði búgva í dag, Kurt er úr Keypmannahavn og hava tey tænt innan hvítusunnurørsluna kring Danmark í meira enn fimti ár. Tey bæði vóru fyristøðupar í Filadelfia úti á Landavegnum tíðarskeiðið 1989 til 1992 og fingu tá alsk til oyggjarnar, …og greiða tey frá, at hetta er einasta staðið av teimum ellivu støðunum tey hava tænt gjøgnum árini, ið hevur fingið hesa ávirkan á tey yvirhøvur. Føroyar hava eitt heilt serstakt rúm í hjørtunum hjá Inger og Kurt Kristensen.

Kurt talar enn, hóast farin um tey áttati. Hann er í einum hornorkestri hjá Luthersk Mission á Bornholm, har hann eisini fleiri ferðir hevur talað. Tey bæði hava sterk vinarbond herheima og vitja altíð kring oyggjarnar tá tey eru her. Kurt er ikki ein ið ger nógv burtur úr sær, men hevur livað eitt hendingaríkt og spennandi andaligt lív, …og gera tey bæði hetta framvegis ídag, har tey áhaldandi uppliva í gerandisdegnum, at kunna vera til signing fyri menniskju tey møta á vegnum.

Tidligere begivenhed: 19. maj
SALT v/ Tótu Akursmørk
Senere begivenhed: 27. maj
Meinigheitslegan 2022