Ungdómurin møtist aftur hóskvøldið kl. 20.00. Hesaferð verður tað Jákup Brúsá, sum kemur at luttaka og deila Guds orð til tey ungu. Hetta er eitt sera gott høvi at læra meira um Guds orð á eini ungdómshædd og ikki minst skapa góðar relatiónir við onnur ung. SALT, sum er navnið á ungdóminum sum samlast í Meinigheitshúsinum í Havn, koma saman hvørt hóskvøld kl. 20.00. Skráin er rættuliga breið, men relatiónirnar hava stóran týdning fyri tey ungu.
Tey ungu sum koma saman liggja í aldrinum 13 ár og uppeftir. Nøkur vaksin møta eisini, so tað er møguligt at fáa góðar samrøður og ráð, um tørvur er á hesum.