Nýggj hugsjón samtykt á meinigheitsfundi í Havn í dag
Árligi meinigheitsfundurin var í Meinigheitshúsinum í Havn í dag. Áleið 50 fólk møttu upp til fundin, har stýrið m.a. legði fram nýggja hugsjón, ið varð endaliga samtykt. Nýggja hugsjónin fyri meinigheitina er: Vit eru ein livandi meinigheit, ið gevur býnum vón.
Temadagar: Himmalin
Evnið á Tema døgunum í 2020 verður HIMMALIN. Vit fara at lýsa Himmalin gjøgnum Skrifturnar í fýra kvøld í januar mánaði, frá hósdegnum 23. til sunnudagin 26. januar. Tað verða Øssur Kjølbro og Alfred Olsen, sum fara at undirvísa og boða hesi kvøldini.