Tema-dagar í Meinigheitshúsinum 26.-28. januar
Hvussu kunnu vit vera ein meinigheit, sum røkkur út til nærumhvørvi samstundis sum vit eru virkin í altjóða missión? Hendan spurningin grava vit djúpri í til TEMA-dagarnar í Meinigheitshúsinum 26.-28. januar, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Fokus verður sett á missión í nær- og fjarumhvørvinum – at breiða út gleðiboðskapin í Tórshavn, Føroyum og líka til ytstu endamark á jørðini.
Undirvísari verður Rolf Kjøde úr Norra. Rolf er gudfrøðingur og var aðalskrivari í Normisjon í fleiri ár og formaður í felagsskapin Tent International. Hann er væl grundaður í Guds orði og hevur nógvar royndir innan missiónsarbeiði, bæði lokalt og globalt.
Skráin fyri TEMA-dagarnar:
Fríggjadag
Kl. 19:30 – ‘Ein nýggjur samleiki – tey “kristnu” í Antiókia’ (Áps. 11,19-30)
- Drekkamunnur eftir møti
Leygardag
Kl. 09:00 – Meinigheit, fólkaferðing og missión (Áps. 13,1-3)
- Byrjað verður við morgunmati
Kl. 19:30 – Tjaldmakari fyri evangeliinum – undir krossi og trongd (Áps. 14,21-28)
- Drekkamunnur eftir møti
Sunnudag
Kl. 17:30 – Evangeliið til øll! (Áps. 15,22-35)
- Nátturði eftir møti
- Barnaansing