Nýggjur ungdómsleiðari í Meinigheitshúsinum í Havn
Leiðslan í Meinigheitshúsinum í Havn hevur sett nýggjan ungdómsleiðara. Talan er um Jákup Brúsá, sum eisini er partur av stýrinum. Jákup starvast til dagligt sum ráðgevi innan talgilda marknaðarføring. Men, nú fær hann eisini ábyrgdina saman við øðrum ungum, at leiða ungdómsarbeiðið í Meinigheitshúsinum í Havn.
Jákup hevur drúgvar royndir í ungdómsarbeiði. Bæði frá síni heimbygd, Leirvík, og úr Nesvík, har hann eitt tíðarskeið var ungdómsrágevi í Kirkjuligu Heimamissiónini. Ungdómurin í Meinigheitshúsinum er nógv vaksin í tali seinastu árini, og møguleikarnir at røkka ungdóminum í Havn við góðum boðskapi og felagsskapi eru sera góðir og nógvir.
Í heyst er ætlanin at seta gongd á komandi ætlanir fyri ungdómsarbeiði, at røkka longri út í býin og yvirhøvur longri út um landi og landoddarnar.
Vit ynskja Jákupi og øllum ungu Guds signing í tænastuni.