Nýggjur leiðari á nýggjari café í Meinigheitshúsinum í Havn
Í eina tíð hava fólk í Meinigheitshúsinum arbeitt við at gera eina nýggja café á loftshæddini í húsinum. Alt arbeiðið er gjørt av meinigheitslimum. Enn er nakað eftir at gera, áðrenn caféin er liðug. Men, leiðslan hevur kallað og sett nýggjan caféleiðara. Talan er um Helenu Sunnsker. Hon kemur at leiða caféina og kemur eisini at manna eitt evangelisatiónstoymið, sum ætlanin er at seta á stovn. Tað er ikki endaliga avgjørt, nær caféin verður liðug og hvørji tiltøk verða knýtt til caféina, men hetta verður kunnað meira um, tá tíðin nærkast.
Vit ynskja Helenu alt tað besta og Guds signing við nýggju ábyrgdini.