Øll tiltøk avlýst inntil 12. november
Nýggjastu tilmælini frá myndugleikunum:
Landsstýrið setur nú avmarkingar í verk fyri at tálma smittutrýstinum. Fyri eini løtu síðani komu boð úr landsstýrinum um, hvørji tiltøk skulu setast í verk. Landsstýrið sigur, at nú verða hesi tiltøk sett í verk, og tað er galdandi frá í dag:
Øll tiltøk, har 50 fólk ella fleiri savnast, eiga at verða útsett.
Ítróttardystir kunnu avgreiðast, men hetta eigur at vera uttan áskoðarar.
Skúlar og dagstovnar, har smittan ger um seg, eiga at lata aftur. Ráðgevandi nevndin innan skúla- og dagstovnaøkið tekur saman við Landslæknanum støðu í hvørjum einstøkum føri.
Frítíðarvirksemi hjá børnum og ungum eigur at steðga, har smittan ger um seg.
Náttarlívið eigur at lata aftur. Hetta er tó ikki galdandi fyri matstovur.
Øll eiga framvegis at kanna seg annan dagin eftir komu.
Koronalinjan letur upp aftur í morgin.
Hildið verður fram við at kanna og smittuspora.
Tilmælini eru galdandi í tíggju dagar. Frá í dag til og við fríggjadagin tann 12. november.
Hetta merkir, at einki tiltøk verða í Meinigheitshúsinum til og við 12. November.
Stýrið