Tiltak fyri nýggjum familjum í Meinigheitshúsinum í Havn


Í dag varð skipað fyri einum nýggjum tiltaki í Meinigheitshúsinum í Havn. Hesi seinastu 3 árini eru fleiri familjur komnar at ganga í Meinigheitshúsinum í Havn. Fyri fleiri, sum flyta heim úr útlandinum ella til Havnar frá bygd er tað ein spurningur, hvar skal ein fara, og hvørja meinigheit ein vil ein ganga í?

Nógvar familjur hava valt at koma í Meinigheitshúsið. Tað er í hesum sambandi at tiltakið bleiv skipað. Stigtakarar eru Birna og Alfred Petersen saman við stýrinum í húsinum.

Eini 30 persónar vóru komin saman. Birna byrjaði við bøn og einum orði til byrjan. Alfred Petersen fortaldi um sína tíð í Danmark og at koma heim aftur. Tað at koma í eina meinigheit, hvørjar møguleikar og avbjóðingar kunnu vera.

Ætlanin við tiltakinum er, at tær nýggju familjurnar skulu kenna seg vælkomnan í meinigheitina og sum ein part av meinigheitini.

Øll møta aftur í november, tá familjurnar fáa eina vertsfamilju hvør. Málið er forbøn, trivnaður og tryggur felagsskapur fyri øll tey nýggju at koma í.

Dagurin endaði við døgurða. Ein sera væl eydnaður dagur. Um onkur ikki kundi møta á degnum, men er nýggjur í meinigheitini er møguligt at koma til tiltakið 13. november, kl. 15.00.

186A6209-421D-4998-8121-D176F49CFB67.jpeg
3D62D7AB-F94E-4931-AB14-38618F8BE58C.jpeg
Heri Kjærbo