Heystmøtir í Meinigheitshúsinum í Havn 22-24. oktober

Vit kunnu síggja fram nakrar spennandi dagar í Meinigheitshúsinum í Havn í oktober mánaði. Vit fáa vitjan av Jóannis Fonsdal úr Emdrup kirkju í Keypmannahavn. Skráin hesar dagarnir er fylgjandi:



Fríggjadagin

Kl. 19.30 "Vón til menniskju í býnum - á Bíbliunnar tíð og í dag"

Leygardagin

Kl. 09.00 Morgunmatur fyri meinigheitina

Kl. 10.00 Bøn fyri býnum og teimum forfylgdu runt í heiminum

Kl. 10.30 "Vónin, tá ið trúgvin kostar mest".

Hetta er ein fyrilestur um forfylging: "Umleið 10% av øllum kristnum í heiminum uppliva ítøkiliga og summi øðiliga forfylging vegna sína kristnu trúgv. Men, tá ið tú hittir tey, eru tey fylt av vón heldur enn vónloysi. Jóannis Fonsdal greiður frá forfylging av kristnum við støði í ferðum sínum í londum við harðari forfylging."

Kl. 19.30 “Vón til býin gjøgnum orð og gerningar”

Sunnudagin

Kl. 17.30 "Vón til Tórshavn" okkara meinigheit er sett til at boða vón til menniskjuni!

Eftir møti verður nátturði.

Heri Kjærbo