Vit eru send út boða gleðiboðskapin um Jesus Kristus til øll fólkasløg

Vit kenna okkum sum ein meinigheit, sum er at líknað við kirkuliðið í Antíókia, soleiðis sum vit lesa um hetta kirkjuliðið í Apostlasøguni í Nýggja Testamenti, í kapitul 13, versini 1-4. Vit ynskja at kalla, upplæra og senda kristin út til ónádd fólkasløg við gleðiboðskapinum. Okkara lutur er at senda, biðja, stuðla.

Vit hava samstarv við Open Doors, Tent, Sat7Kids og kirkjulið runt heimin við somu visjón. Vit hava eina serligan málsetning við okkara altjóða arbeiði. Tað er at bera gleðiboðini til londini í 10/40 vindeyganum. Tað er bæði gjøgnum vitnisburðin og hjálpararbeiði, so Jesus Kristus verður kendur. Vit ynskja at Jesus Kristus er í miðdeplinum í øllum okkara virksemi.

Vit hava eitt serligt bønarmøti hvørt mikukvøld fyri altjóða arbeiðinum.

Nærri kunning er at fáa hjá leiðsluni.